Í minsta lagi 694 fólk eru deyð og 1.670 hava fingið skaða orsakað av einum jarðskjálvta í Myanmar í gjár.
Tað boðaði hernaðarjuntan í landinum frá leygarkvøldið, sambært tíðindastovuni AFP.
Jarðskjálvtin rakti tíðliga fríggjadagin og hevur verið máldur at hava eina styrki uppá 7,7.
Jarðskjálvtin hevði sín miðdepil tætt við næststørsta býin í Myanmar, Mandalay, har umleið 1,5 milliónir fólk búgva.
Seinnapartin í gjár okkara tíð boðaði leiðarin í hernaðarjuntuni, Min Aung Hlaing, frá, at í minsta lagi 144 fólk hava latið lív orsakað av jarðskjálvtanum.
Hlaing væntaði tó, at talið av deyðum fór at hækka enn meira.
Ristingarnir merktust bæði í Tailandi og Kina.
Í høvuðsstaðnum í Tailandi, Bangkok, eru í minsta lagi tíggju fólk deyð. Tey flestu doyðu, tá ein bygningur, sum varð gerð, datt niður.
Tað sigur Chadchart Sittiput, guvernørur í Bangkok, sambært AFP.
Hóast ristingarnir eisini merktust í pørtum av Kina, eru ongar fráboðanir um deyð í Kina. Tað upplýsir kinesiska uttanríkisráðið leygarkvøldið, sambært Reuters.
Min Aung Hlaing bað í nátt um, at skjót bjargingararbeiði skuldi setast í verk í teimum økjum í landinum, sum eru rakt av jarðskjálvtanum. Tað stendur sambært Reuters, sambært eini fráboðan frá juntuleiðaranum.
Í gjár heitti Hlaing á lond um at veita hjálp og gávur eftir jarðskjálvtan.
Hann segði seg hava latið upp leiðir fyri altjóða stuðli og hava tikið ímóti hjálpartilboðum frá India og Suðureysturasiatiskum Tjóðum (ASEAN).
Sambært Reuters hevur amerikanska jarðfrøðiliga kanningarstovan (USGS) mett, at talið av deyðum kann koma upp á millum 10.000 og 100.000.
Fyrr í gjár boðaði danska uttanríkisráðið Ritzau frá, at tey ikki vita um nakran dana, sum hevur fingið álvarsligan skaða í sambandi við jarðskjálvtan.
Í gjár um 12-tíðina vóru 3.250 fólk skrásett á Danalistanum í Thailandi og 15 í Myanmar.
Yvir 50 milliónir fólk búgva í Myanmar. Hernaðarstjórnin tók valdið í landinum í kollvelting í februar 2021.
/ritzau/