Russisku álopini á Ukraina halda fram, og her er eingin steðgur. Í morgun veit tíðindastovan NTB at siga, at í minsta lagi tvey fólk eru dripin í álopum síðan í gjár, og fleiri hava fingið løstir.
Ein lastbilførari læt lív í einum russiskum dronuálopi móti einum forstaði í Kyiv gjáramorgunin. Haraftrat vórðu fleiri særd, eitt nú ein 16 ára gamal drongur, sum endaði á sjúkrahúsi.
Borgarstjórin í Kyiv, Vitalij Klitsjko, sigur, at loftverjan kring ukrainska høvuðsstaðin vardi býarkjarnuna móti størri oyðileggingum.
Guvernørurin á Tsjernihiv-leiðini, Vjatsjeslav Tsjaus, sigur, at russar eisini lupu á Tsjernihiv, sum liggur nær markinum millum Ukraina og Russland. Her læt eitt sivilfólk lív og fýra fingu løstir.
Russiskir bloggarar siga, at russiski herurin hevur tikið tríggjar bygdir aftrat, sum bardagar hava verið um í fleiri mánaðir, og hetta er har eysturi í landinum, veit tíðindastovan NTB at siga.