Ein dramatisk biljagstran var í Eysturoy í stutt fyri midnátt í gjárkvøldið, tá løgreglan fekk illgruna um, at ein maður koyrdi fullur. Hendingin byrjaði í Rituvík, har løgreglan royndi at steðga bilinum. Men førarin vildi ikki steðga. Tað var týðuligt, at maðurin var ávirkaður, og hann koyrdi sera ófantaliga og var til vanda í ferðsluni, sigur vaktleiðarin á politistøðini í Havn.
Men hann vildi ikki steðga, hóast løgreglan gjørdi freiri royndir at steðga honum. Biljagstranin fór fram úr Rituvík, gjøgnum Runavík og Saltangará í bygdum øki og inn á Glyvrar. Tá teir vóru komnir til skúlan á Glyvrum ella har á leið, sum tað ikki er so tættbygt, gjørdi løgreglan av at koyra á bilin fyri at fáa hann at steðga. Tá hevði bilførarin koyrt undan løgregluni einar 5-6 kilometrar úr Rituvík.
Og tá løgreglan rendi á bilin, mist bilførarin tamarhaldið, og bilurin súraði runt á vegnum í hálkuni og steðgaði.
Bilførarin er handtikin og verður millum annað skuldsettur fyri rúsdrekkakoyring, fyri ferðsluóhapp við rúsdrekka uppií, sum er skerpandi, fyri at koyra undan løgregluni og fyri ikki akta boðum frá løgregluni og møguliga okkurt annað eisini.
Vaktleiðarin á politistøðini sigur, at tað kom ikki stórur skaði á bilarnar, og at hóast hetta var ein dramatisk hending, so var tað kortini ikki so ógvusligt, sum tað ljóðar.
Umframt bilføraran var ein annar persónur í bilinum. Tann persónur verður ikki skuldsettur, men er vitni í málinum, sigur vaktleiðarin.
Hann sigur eisini, at tað er ikki ofta, at løgreglan koyrir á bilar fyri at steðga teimum.
– Tað er ein meting í hvørjum einstøkum føri, og hesaferð varð mett, at hesin bilurin var til so stóran vanda í ferðsluni, at hann mátti steðgast, sigur vaktleiðarin á politistøðini.