Ein serlig útgáva av satiriska tíðarritinum Charlie Hebdo kom út í dag.
Hetta hendi í sambandi við, at í morgin eru tíggju ár liðin, síðani álop fór fram móti blaðnum, sum hevði givið út tekningar av Muhammed profeti.
- Ótroyttiligur!, stendur á permuni á blaðnum, sum lýsir seg sum gudloysing.
Inni í blaðnum sært tú yvir fýra síður úrslitini av eini karikaturkapping um at gera gjøldur burtur úr gudum og trúarleiðarum.
- Satira hevur ein positivan eginleika, sum hevur gjørt okkum før fyri at koma ígjøgnum hesi syrgiligu árini - bjartskygni, stendur í leiðarnum frá Charlie Hebdo-blaðstjóranum, ið sum teknari kallar seg Riss.
Sjálvur yvirlivdi hann álopið 7. januar 2015, har 12 fólk, teirra millum átta redaktiónsfólk, vórðu dripin.
- Vilt tú flenna, so merkir tað, at tú vilt liva. At flenna, ironi og karikaturur eru bjartskygd úttrykk. Hvat hendir - dramatiskt ella gleðiligt - fer hugurin at flenna ongantíð at steðga, skrivar hann.
Tað vóru teir báðir franskføddu, algirsku brøðurnir Saïd og Chérif Kouachi, sum lupu á Charlie Hebdo í París.
Teir søgdu seg vera partur av hernaðarliga islamska al-Qaeda-bólkinum.
Tað endaði við, at átta fólk vórðu dripin á Charlie Hebdo. Fýra onnur vórðu dripin av beiggjunum við bygningin ella tá teir flýddu, sum endaði við, at beiggjarnir vórðu skotnir av løgregluni.
Álopið í 2015 var eftir øllum at døma hevnd fyri, at blaðið lýsti Muhammed profet.
Útgávan, sum kom út í dag, fer til sølu týsdagin. Tað er eisini dagurin, tá almenn minningarhald verða, har borgarstjórin í París, Anne Hidalgo, og forsetin í Fraklandi, Emmanuel Macron, luttaka.
Blaðið hevur heitt á teknarar um at senda inn "stuttligastu og óndastu" tekningar sínar við Gudi til serútgávuna.
- Jú, vit kunnu flenna at Gudi, serliga um hann er til, sigur ein yvirskrift yvir 40 útvaldar tekningar millum 350 uppskot.
Ein av tekningunum vísir til Muhammed við tekstinum, "Um eg tekni onkran sum teknar onkran sum teknar onkran sum teknar Muhammed, er tað ok?".
Ritzau/AFP