Í morgin kenna Vikingur, KÍ og NSÍ síni mótstøðulið í evropeisku kappingunum fyri felagslið, Steypavinnararnir, HB fer beinleiðis víðari til annað undanumfarið í Conference League.
Her eru møguligu mótstøðuliðini hjá Víkingi í fyrsta undanumfarinum í Champions League:
##med2##
Helst eru Lincoln Red Imps úr Gibraltar og The New Saints at fyritrekkja millum hesi møguligu mótstøðuliðini hjá Víkingi.
Fyrsta undanumfarið i Champions League verður leikt 8./9. juli og 15./16. juli.
Í fyrsta undanumfarinum í Conference League er KÍ - takkað verið góðu avrikunum í undanfarnum árum - styrkismett, meðan NSÍ er ikki styrkismett. Sum steypavinnari fer HB beinleiðis víðari til annað undanumfarið.
Her eru møguligu mótstøðuliðini hjá KÍ og NSÍ:
##med3##
Hjá KÍ høvdu Tre Fiori úr San Marino, FC Santa Coloma úr Andorra ella Pennybont úr Wales verið at fyritrekkja. Hjá NSÍ eru tað helst St. Joseph's úr Gibraltar og La Fiorita úr San Marino.
Fyrsta undanumfarið í Conference League verður leikt 10. juli og 17. juli.
Mikudagin verður drigið til annað undanumfarið, har HB verður í pottinum.