Iran avsannar morðætlanir móti Trump

Tað er "fullkomiliga ógrundað", tá USA ákærir Iran fyri í loyndum at standa aftanfyri eina ætlan um at drepa nývalda amerikanska forsetan, Donald Trump.

Donald Trump varð valdur til næsta forseta í USA fyrr í vikuni. - Mynd: Jonathan Drake/Reuters

Tað segði Esmaeil Baghaei, talsmaður fyri iranska uttanríkisráðið, sambært tíðindastovuni AFP í tíðindaskrivi í morgun.

Uttanríkisráðið "avvísir harðliga áskoðanir um, at Iran er við í morðroynd móti fyrrverandi ella núverandi amerikanskum embætismonnum".

Amerikanska løgmálaráðið ákærdi fríggjadagin ein 51 ára gamlan iranskan mann og tveir aðrar í sambandi við tað, sum deildin kallaði eitt iranskt samspæl um at drepa Donald Trump.

Tað skuldi henda undan forsetavalinum í USA í vikuni.

 

/Ritzau/

 

Donald Trump varð valdur til næsta forseta í USA fyrr í vikuni. - Mynd: Jonathan Drake/Reuters