Iran: - Vit hjálptu ikki til við álopinum á Ben Gurion

Iran avsannar, at landið hevur hjálpt Houthi-uppreistrarbólkinum í Jemen at skjóta rakettina eftir Ben Gurion-flogvøllinum

 

Í gjár vistu tíðindastovur at siga frá spreingingum nærindis Ben Gurion-flogvøllinum uttan fyri Tel Aviv í Ísrael. Fleiri tíðindastovur bóru tíðindini um, at tað var Jemen, sum hevði skotið rakettir eftir Ísrael. 

 

Sambært ísraelska herinum (IDF) varð rakettin skotin úr Jemen gjáramorgunin. Ísraelski herurin upplýsti, at fleiri royndir vórðu gjørdar at skjóta rakettina niður. 

 

Í morgun avsannar Iran, at landið hevur hjálpt Houthi-uppreistrarbólkinum í Jemen at skjóta rakettina eftir Ben Gurion-flogvøllinum.

 

Vanliga verður hildið, at tað er Iran, sum stuðlar uppreistrarbólkinum í Jemen við vápnum, og AFP-tíðindastovan veit at siga, at houthi-uppreistrarbólkurin eisini hevur átikið sær ábyrgdina av álopinum.