Jana og liðfelagarnir løgdu frá landi við einum sigri

Viborg legði fyri við einum sigri á heimavølli

Landsliðsleikarin, Jana Mittún og liðfelagarnir í Viborg spældu í kvøld fyrsta dystin í bestu donsku hondbóltsdeildini hetta kappingarárið.

 

Á heimavølli í BioCirc Arena í Viborg tók heimaliðið móti Sønderjyske.

 

Viborg vann dystin 28-22. Í steðginum var Viborg á odda við bert einum máli, 13-12.

 

Jana skoraði tvey mál, og hon legði eisini upp til trý mál hjá liðfeløgunum.

 

Komandi týskvøld klokkan 19 spælir Viborg dyst á útivølli móti Herning-Ikast.