Javnleikur í fyrsta endaspælsdystinum hjá Hillerød

Liðið hjá Daniel Johansen og Adrian R. Justinussen er fremst í niðara endaspælinum

Í kvøld fekk Adrian R. Justinussen við Hillerød tað úrslitið hann burdi fingið við landsliðnum týskvøldið, nevnliga 0-0.

 

Daniel Johansen og Adrian R. Justinussen komu báðir á vøllin fyri Hillerød í 56. minutti í málleysa útidystinum móti Vendsyssel. Talan var um fyrsta dystin hjá Hillerød í niðara endaspælinum í næstbestu donsku fótbóltsdeildini. 

 

Hillerød er við 33 stigum greitt oddalið í niðara bólkaspælinum. Næstfremst er Hobro við 26 stigum. Hobro hevur tó leikt ein dyst færri enn Hillerød.

 

Komandi fríggjakvøld klokkan 18 tekur Hillerød móti júst Hobro á heimavølli.

 

Hillerød endar niðara endaspælið 22. mai við heimadysti móti Vendsyssel.