Hóast sitandi demokratiski forsetin í USA, Joe Biden, ikki stendur fyri vali, so er nógv uppá spæl hjá 81 ára gamla forsetanum. Fer landið, sum hann hevur staðið á odda fyri seinastu fýra árini, at atkvøða fyri eftirfólki hansara, Kamala Harris?
Hinvegin fer Biden væntandi at halda lágan profil í dag á valdegnum, eins og hann hevur gjørt dagarnar frammanundan, skrivar CNN.
Sambært fjølmiðlunum fara hann og konan, Jill Biden, at fylgja valinum heimanífrá.