Amerikanski forsetin, Joe Biden, boðaði í dag frá, at USA fer at veita Ukraina 2,5 milliardir dollarar ella slakar 18 milliardir krónur í hernaðarhjálp.
Av hesum fær Ukraina hernaðarhjálp úr amerikanskum vápnagoymslum, sum svara til eitt virðið av sløkum 9 milliardum krónum.
- USA fer uttan steðg í forsetatíðini, sum eg havi eftir, at veita Ukraina hjálpt til at styrkja sína støðu í krígnum, kunngjørdi Joe Biden í dag.
Restin av amerikansku hjálpini verður veitt um hjálparátakið, Ukraine Security Assistance Initiative, stytt USA.
Hetta eru vápn, sum verða bílløgd hjá verjuídnaðinum - og ikki beinleiðis úr verandi amerikanskum vápnagoymslum.
Tað kann taka langa tíð, áðrenn slík vápn eru tøk á hermótinum í Ukraina.
Tað verða skjótt trý ár, síðan Russland leyp á Ukraina, og amerikanska hjálpin í hesum tíðarskeiði er nú komin upp á 175 milliardir dollarar.
Óvist er, hvussu verður við hernaðarhjálpini úr USA til Ukraina, eftir at Donald Trump tekur við sum amerikanskur forseti hin 20. januar 2025.
Donald Trump hevur sagt, at hann ynskir ein skjótan enda á krígnum, og hann ynskir eisini, sigur hann, at Evropa skal bera ein størri part av byrðuni.
Hetta veit tíðindastovan NTB at siga í dag.