Nýggjársheilsan úr Havanna

Ætt og vinum vilja vit ynskja eitt gott og av Harranum signað nýtt ár við øllum góðynskjum um tað enn ókoma.

Hava hoyrt frælslynta løgmann, og hildin upp móti ikonisku revulutiónsromantikarunum Che, Camillo og endaliga einaræðisharranum, Fidel, og allari hansara eftirsitandi familju, mugu vit sanna, at øll lond mugu opna dyrnar. Eisini Kuba. 

Fólkaræði, og ikki einaræði við einum einsamallum lógligum flokki, eigur tí at verða skrivað inn í øll heimsmál um frið og javnrættindi. 

Tað er fólkaræði, sum kubanska fólkið hungrar eftir. 

Tað skal verða mítt nýggjársynski av einflokkaða Kuba. 

Gott nýggjár av altanuni í Calle Cuba 163 í Havana.