Systkini Ólavur og Jona á Váli geva í dag nýggjan jólasang út, sum kallast "Frøist í dag".
– Hetta er ein jólasangur, sum eg havi skrivað saman við mammu míni, Charlottu á Váli Olsen. Hon syngur eisini kór á lagnum, sigur Ólavur á Váli Olsen.
– Tað er kanska eitt sindur seint nú at koma við jólasangi, men betri seint enn ongantíð. Tað er eisini jól aftur næsta ár, sigur hann.
Sangurin er innspældur og framleiddur í studionum hjá Ólavi, Kartney Music. Eyðun Nolsøe spælir akkustiskan guitar, Torleik Mortensen spælir bass, Henning Hjalt Nicodemussen spælir trummur, og Kim Hansen spælir rhodes. Restina av ljóðførunum hevur Ólavur sjálvur innspælt.
Hoyr nýggja jólasangin "Frøist í dag" hjá Ólavi og Jonu her:
##med2##