Kappingarneytin hjá Mattias Lamhauge er seldur til Fredrikstad

Valdemar Birksø fer tó ikki til Fredrikstad fyrrenn í summar

Í fjør heyst misti Mattias H. Lamhauge plássið sum fyrsti málverji hjá Fredericia, ið spælir í næstbestu donsku fótbóltsdeildini.

 

Kappingarneytin, Valdemar Birksø tók av tá Mattias fekk ein skaða, og Mattias slapp ikki framat aftur, men mátti taka til takkar at vera á beinkinum.

 

Valdemar Birksø framdi somikið góð avrik, at hann nú er seldur til liðið hjá Jóannesi Bjartalíð, Fredrikstad.

 

Valdemar Birksø hevur gjørt ein fimm ára sáttmála við Fredrikstad, ið spælir í bestu norsku fótbóltsdeildini.

 

Fredericia hevur tó leigað Valdemar Birksø fram til 1. juli, so hann og Mattias vera framvegis kappingarneytar restina av kappingarárinum.

 

Fredericia er í løtuni á øðrum plássinum í næstbestu deildini. Teir hava 37 stig. Fremst er OB við 45 stigum.