Kappróðrarblaðið, Sosialurin 30. mai 2025:
Í fjør var málið at vinna tvey FM heiti. Tað eydnaðist ikki. 6-mannafarið Sundabáturin við monnum endaði á fimta plássi, meðan Norðingur var næstbestur í kappingini millum 10-mannaførini.
Norðingur vann bæði á vestanstevnu og á ólavsøku.
Nú er nýtt róðrarár, og aftur í ár er spenningurin stórur eystan fyri Múlan um, hvussu tað fer at hilnast.
Sammett við undanfarin ár er tað nýtt, at áhugin fyri inniróðri er vaksin nógv í NHR, sum kappróðrarfelagið hjá teimum í Norðdepli og Hvannasundi nevnist. Í vetur hava fleiri sitið í maskinum, og í kappingum í inniróðri hava úrslitini verið góð.
Sundabáturin og Norðingur eru aftur í ár við í FM kappróðrinum, og so er 5-mannafarið Ritan mannað við einari blandaðari barnamanning, sum fer at luttaka í dreingjaróðrinum og einari manning gentur 14-16 ár. Felagið fekk í 2023 nýtt 5-mannafar, men nýggja Ritan hevur ikki enn verið í kapping. Tey fyrireika seg umborð á Katlu, sum er 5-mannafarið hjá árnfirðingum. Tað verður vónað, at nýggi báturin leygardagin verður klárur at rógva í.
Sundabáturin hevur staðið seg heilt væl í teimum trimum ódnartøkunum, sum hava verið. Norðingur var við í síðstu ódnartøkunum, sum vóru í Norðragøtu. Hvussu manningin er fyri sammett við kappingarneytarnar er ósvaraður spurningur, tí Norðingur var einasta 10-mannafarið og róði tí saman við 8-mannaførunum.
Manningarnar eru umleið tær somu, sum tær vóru í fjør. Onkur maður er skiftur út umborð á Sundabátinum, og onkur maður er skiftur út umborð á Norðingi.
Kappróðrarfelagið er einasta ítróttarfelag í Hvannasunds kommunu, og tað er av álvara við til at styrkja um samleikan, hóast tað er langt millum lokalu røðararnar umborð á Sundabátinum og Norðingi. Teir flestu búgva í Klaksvík, og onkrir hava familjusamband í bygdunum norðanfyri tunlarnar.
Higartil hava bátarnir staðið í Norðdepli. Tað hevur verið arbeitt við at fáa nýtt neyst, og tað er grivið út í Hvannasundi stutt sunnanfyri byrgingina. Nær neystið verður liðugt valdast um, hvussu tað verður við fíggingini, sum ikki enn er komin upp á pláss.
Tey standa saman um róðrarfelagið, sum er einasta ítróttafelagið í Hvannasunds kommunu
Ritan
5-mannafar – barnaróður
Gentur 14-16 ár
Sundabáturin
6-mannafar menn
Norðingur
10-mannafar
Kappróðrarblaðið, sum er í Sosialinum hesaferð, kann lesast við at trýsta her