Keypmannahavn tapti greitt í 1. hálvfinaluni

Pernille Brandenborg og liðfelagarnir vóru væl við fyrstu 40 minuttirnar

Landsliðsliðskiparin, Pernille Brandenborg og liðfelagar hennara í Keypmannahavn spældu í dag 1. hálvfinaluna á útivølli móti verandi meistarunum, Esbjerg.

 

Dysturin endaði við greiðum 34-27 sigri til Esbjerg. Teir fyrstu 40 minuttirnar var Keypmannahavn væl við, og tá 40 minuttir vóru leiktir var støðan javnleikur 19-19. Men seinastu 20 minuttirnar dróg Esbjerg frá Keypmannahavn, og tí eru tær á odda 1-0 í hálvfinaluuppgerðini.

 

Pernille skoraði fýra mál upp á fimm málroyndir, og hon vann eisini liðnum tvey brotskøst.

 

Komandi leygardag klokkan 13 hevur Keypmannahavn heimavøll. Vinnur Keypmannahavn verður triðja og avgerandi hálvfinalan leikt í Esbjerg.