Kongalig vitjan í Suð­ur­oy: Vitj­aðu Fab Lab og Vestur­garð

Vágs kommuna lat kongaligu gestunum gávur, og tey fingu hvør sína troyggju, ið Vesturgarður hevur framleitt.

 

 

Tá kongshjúnini og dóttir í gjár vitjaðu Suðuroynna, var eina vitjanin í Vágs skúla.

 

Har vitjaðu tey inni í Fab Lab. Bert tvey Fab Lab eru í Føroyum, og eru hesi tøkniliga væl útgjørd krativ verkstøð, ið hava 3 D prentarar, skerarar og mangt annað. Fab Lab í Vági heldur til í Vágs skúla.

 

Tina Grønbech, leiðari í Fab Lab Vágur, tók ímóti kongaligu gestunum, ið síðani vitjaðu inni og sóu allar hentleikarnar, og heilsaðu uppá næmingar, ið vístu teimum ymiskt, ið kann gerast har.

 

Í hølunum hevðu fyritøkan Vesturgarður eisini eina framsýning, ið tey kongaligu vitjaðu.

 

Vesturgarð hava tær báðar Barbara Vestergaard og Marita Vestergaard í Lágabø. Tær fáast við at sniðgeva og binda troyggjur og annað. Tað serstaka er, at alt verður hondgjørt, og frá botni av. Ullin verður vaskað og viðgjørd, og sniðgivið og bundið verður.

 

Vágs kommuna lat kongaligu gestunum gávur, og tey fingu hvør sína troyggju, ið Vesturgarður hevur framleitt.

 

Tá kongaligu gestirnir fóru avstað aftur, sungu børn í Vágs skúla fyri teimum.

 

##med2##

 

##med3##

 

##med4##

 

##med5##

 

##med6##

 

##med7##

 

##med8##

 

##med9##

 

##med10##

 

##med11##

 

##med12##