Fyrra hálvfinalan í kappingini um løgmanssteypið millum KÍ og AB er í Klaksvík í kvøld.
Favorittarnir í KÍ hava vitjan av AB. Meðan KÍ er topplið í bestu deildini, so er AB á triðja plassi í næstbestu deildini.
Hjá AB hevur tað gingið væl seinastu ferðirnar – burtursæð frá púra óvæntaða 3-1 tapinum í útsetta heimadystinum ímóti EB/Streymi, sum vann 3-1 á Argjum. Tað úrslitið var sera merkisvert, tí tað var AB, sum í Hólmanum á Eiði sendi besta liðið hjá EB/Streymi úr kappingini um løgmanssteypið.
Síðsti sigurin hjá AB var fríggjadagin, tá ið tað endaði við 2-1 heimasigri ímóti teimum næstbestu hjá NSÍ.
Hjá KÍ hevur tað seinnu árini riggað illa í steypakappingini. Dysturin í kvøld er fyrsta ferðin síðani 2022, at klaksvíkingar spæla hálvfinalu í kappingini um løgmanssteypið.
KÍ venjarin Magnus Powell hevur gjørt fleiri broytingar sammett við liðið, sum fríggjakvøldið í síðstu viku spældi 1-1 í Gundadali ímóti HB. Páll A. Klettskarð, sum varð skaddur í 2-1 sigrinum í Runavík, og René Shaki Joensen eru ikki á listanum, og Odmar Færø og Jákup B. Andreasen eru á beinkinum.
Hjá AB eru teir flestu, sum hava verið mest á liðnum higartil í ár, millum teir fyrstu ellivu í kvøld.
KÍ – AB kl. 18.30
Dómari: Rúni Olsen
KÍ: Mark F. Jensen – Jóannes K. Danielsen, Deni Pavlovic, Gaston Tellechea, Robert Williams – Árni Frederiksberg, Hallur Hansson, Dávid B. Andreasen, Martin Gonzalez – Jonn Johannesen, Patrik Johannesen
AB: Jesper Sørensen – Dánjal Danielsen, Bjarki C. Nielsen, Rói Olsen, Luca Thorstensen, Rógvi Skála, Tóki Rasmussen, Bartal S. Petersen, Sørin Samuelsen, Sjúrður Henriksen, Beinir Ellefsen