Tey skaða "fleirlandahandilsskipanina" og ávirka búskaparskipanina í heiminum.
Tað segði kinesiski forsetin, Xi Jinping, á einum fundi mikudagin við aserbadjanska forsetan, Ilham Aliyev.
Samstundis boðaði ein talsmaður fyri uttanríkisráðið í Kina frá, at Kina er opið fyri samráðingum um handil.
Kina er tað landið í heiminum, sum er undir hægsta amerikanska tollinum.
Amerikanski forsetin, Donald Trump, avgjørdi fyrr í apríl at seta 145 prosent toll á vørur úr Kina.
Kina svaraði aftur við at hækka tollin á amerikanskum vørum til 125 prosent.
/Ritzau/