Tað skrivar Klaksvíkar kommuna.
Gamli líkbilurin hevur tænt arbeiðinum væl, men aftaná 20 ár var tíðin komin til at skifta bilin út.
Ein slíkur bilur er heldur ikki lættur at fáa fatur á. Krøvini til bilin eru høg, teknologiin framkomin og fyritøkurnar, sum framleiða líkbilar, fækkast. Í øllum førum um okkara leiðir.
– Tað kann tykjast óneyðugt at gera eina íløgu í ein bil, sum man vónar bara koyrir hægst neyðugt, men tað hevur týðning, at júst hesin seinasti túrurin verður koyrdur í virðiligum umstøðum, sigur Jakobina Joensen.
Bæði starvsfólk í kirkjugarðinum og Jan Askham, leiðari í Smiðjuni, hava verið partur av hesi tilgongdini.
Tey eru væl nøgd við bilin, og vóna sjálvsagt at bilurin fer at roynast væl.
##med2##
##med3##
##med4##
##med5##
##med6##