Klippa trækrúnur í miðbýnum í Havn

Trøini í miðbýnum í Havn eru gomul og treingja til røkt.

Tórshavnar kommuna, býargartnarin og skógrøktin hava tí biðið tveir arboristar frá fyritøkuni Henrik Ravn Træpleje klippa krúnurnar á trøunum.

 

Við at klippa ein triðing av krúnunum klára trøini betri at standa ímóti harða vindinum, og tað økir um lívstíðina.

Henrik Ravn Træpleje hevur nógvar royndir í felling, tilskering av og flyting av trøum.

Arbeiðið er í tøttum samstarvi við okkara býargartnara og skógrøkt.

Arbeiðið fer fram hesa vikuna frá mánadegnum 20. januar til fríggjadagin 25. januar.

Væntast kann at hetta fer at ávirka ferðsluna í miðbýnum.

 

Myndir: Álvur Haraldsen

 

##med2##

 

##med3##