Tað var um hálvgumseks tíðina fyrradagin, at løgreglan eina fráboðan um, at fólk vóru farin til hendurs í einum bústaði í Havn, og at knívur var á lofti. Bæði konufólk og mannfólk vóru til staðar, og ein maður fekk skaða av knívinum
Í gjár varð maðurin, sum hevði knívin á lofti, framsettur í grundlógaravhoyring í Føroyar Rætti, har hann varð varðhaldsfongslaður í fýra vikur, skuldsettur fyri kvalifiseraðan harðskap – sum er sambært grein 246 í revsilógina. Tann greinin snýr seg um harðskap, har annaðhvørt eitt vápn er nýtt, ella har ein persónur ikki fær vart seg fyri harðskapinum.
Tann særdi persónur varð viðgjørdur fyri skaðan, hann fekk av harðskapinum, men varð ikki innlagdur á sjúkrahús.
##med2##