Sunda kommuna bjóðar nú út arbeiðini at røkja og sláa gras í kirkjugørðum, við minnisvarðar, á fríøkjum og í barnagørðum og annars at týna skøru í kommununi.
Kommunan hevur sjey kirkjugarðar, tríggjar minnisvarðar, tríggjar barnagarðar og fleiri fríøkir í ymisku bygdunum í kommununi.
- Arbeiðini verða boðin út alment, sum trý arbeiðir, ið ikki eru tengd at hvørjum øðrum.
Í Sunda kommunu siga tey, at tað ber til at bjóða upp á eitt ella fleiri av hesum. Tilboðini skulu haldast at skild og skulu latast inn hvør sær í egnum brævbjálva.
Arbeiðini eru fylgjandi:
a. Røkt og grassláing av kirkjugørðum og við minnisvarðar í Sunda kommunu í 2025.
b. Røkt og grassláing av fríøkjum við dagstovnar og á tekjum í Sunda kommunu í 2025.
c. Týning av skøru í Sunda kommunu í 2025.
- Áhugaðir arbeiðstakarar kunnu venda sær til sunda@sunda.fo fyri nærri kunning og fáa útbjóðingartilfari sendandi.
Seinasta freist at bjóða upp á hesi arbeiði er hin 10. februar klokkan 12. Tey bjóðandi eru vælkomin at vera til staðar, tá brævbjálvarnir verða latnir upp.
Í Sunda kommunu siga tey, at kommunan tilskilar sær rætt til at vraka tilboðini, um nøktandi prísur ella tilfar ikki fyriliggur.