Kommunufelagið hevur aðalfund í dag

Í dag klokkan 13.00 byrjar ársaðalfundurin hjá Kommunufelagnum á Hotel Føroyum.

Á skránni fyri aðalfundin er millum annað formansfrágreiðing, sum Tórbjørn Jacobsen fer at bera fram. 

Formliga skráin er hendan.

1.    Val av fundarstjóra.

2.    Forfólkið letur frágreiðing um virksemi felagsins í farna árinum og um framtíðarætlanir felagsins.

3.    Framløga av roknskapi til góðkenningar.

4.    Val av grannskoðara.

5.    Innkomin uppskot 

6.    Ymiskt, herundir kunning um ætlaða fundarskrá fyri komandi árið.

 

Øll tey 199 umboðini sum blivu vald á kommunuvalinum í november hava rætt til at møta. 

Ársfrágreiðingin hjá Kommunufelagnum verður tøk á netinum seinni í dag.

 

Kommunufelagið