Russland avsannar nú, at russiski forsetin, Vladimir Putin og nývaldi amerikanski forsetin, Donald Trump, hava tosað saman, hóast bæði Reuters og Washington Post hava borið hesi tíðindi.
Washington Post segði seg í gjár vita at siga, at teir báðir høvdu tosað saman hósdagin - ella dagin eftir, at Donald Trump vann amerikanska forsetavalið.
Sagt hevur verið, at teir báðir í samrøðuni tosaðu um kríggið í Ukraina.
- Hetta er reint uppspinn. Putin hevur í løtuni ongar ítøkiligar ætlanir um at tosa við Trump, sigur talsmaðurin hjá Vladimir Putin, forseta, Dimitrij Peskov, sambært Reuters.
Talsmaðurin sigur eisini, at Russland hevur lagt til merkis, at fólk í Evropa eru órógvað av, at Donald Trump vann amerikanska forsetavalið.
Lesið eisini - https://www.in.fo/news-detail/trump-vid-greidum-bodum-til-putin