Kundu fingið 930 milliónir krónur meira úr Danmark

Um Løgtingið ikki av sínum eintingum hevði skert ríkisstuðulin úr Danmark, so hevði Løgtingið – alt annað líka – havt 930 milliónir meira at býtt út av fíggjarlógini fyri næsta ár.

Ríkisstuðulin var í 2001 982 milliónir krónur. Hann vaks á hvørjum ári samsvarandi inflatiónini í Danmark.

Løgtingið gjørdi av í 2002 at minka ríkisstuðulin við 366 milliónum krónum niður í 616 milliónir krónur. Biðið varð eisini um, at upphæddin ikki skuldi prístalsviðgerast. Tí stóð ríkisstuðulin í stað í nøkur ár – til Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður, og Jørgen Niclasen, fíggjarmálaráðharri, í 2011 bóðu donsku stjórnina um hægri ríkisstuðul. Sambandsflokkurin var hart ímóti avgerðini frá 2002 at lækka ríkisveitinginia. Ætlanin var nú at fáa sum mest av tí mista innaftur, men danska stjórnin gekk einans við til aftur at prístalsviðgera upphæddina á ríkisveitingini.

Tí vaks ríkisstuðulin næstu árini til 2015, tá hann var komin upp á 642 milliónir krónur.

Tá landsstýrið hjá Aksel V. Johannesen tók við í 2015, var ríkisstuðulin aftur fastfrystur – altso skuldi ikki prístalsviðgerast.

Veitinigin stóð tí í stað á 642 milliónum krónum til í fjør, tá sitandi landsstýri gjørdi av at minka upphæddina við 25 milliónum krónur – og tað verður gjørt á hvørjum ári fram til 2026, soleiðis at ríkisveitingin verður niðri á 542 milliónum krónum.