Verandi greipuvinnarar, Kyndil vann stórsteypadystin hjá kvinnum.
Í Hoyvíkshøllini vunnu kyndilskvinnur 27-25 á StÍF. Í steðginum var Kyndil á odda 14-12.
Tá eitt korter var leikt av seinna hálvleiki var støðan javnleikur 19-19. Sjey minuttir seinni vóru kyndilskvinnur á odda 24-20, og tær sleptu ikki leiðsluni aftur í dystinum.
Josefini Dyring hjá StÍF var stórskjútti. Hon skoraði heili 16 mál í dag.
Turið Arge Samuelsen var enn eina ferð toppskjútti hjá Kyndli. Hesaferð við níggju málum.
HER er dómaraseðilin frá HSF:
##med2##