Labour-leiðarin: Vit skulu ikki aftur í ES

Bretland hevur ikki kós aftur ímóti ES, sjálvt um ein Labour-stjórn skuldi komið til valdið, eftir at bretar hava verið á valið 4. juli.

Keit Starmer, formaður í Labour. Aaron Chown/PA Images/Ritzau Scanpix

Tað ger leiðarin í bretska javnaðarflokkinum, sum er andstøðuflokkur, Keir Starmar, við fleiri journalistar sambært The Guardian.

Labour, sum sambært nýggjum kanningum stendur til ein sannførandi valsigur, var undir fólkaatkvøðuni í 2016 ímóti, at Bretland skuldi úr ES.

– Vit fara ikki aftur í ES, vit koma ikki aftur í innara marknaðin ella tollsamgongu, sigur hann.

Bara 18 prosent av teimum spurdu í eini kanning fyri kortum vistu sambært kanningini støðu hjá Keit Starmers á hesum øki.

/ritzau/

 

 

Keit Starmer, formaður í Labour. Aaron Chown/PA Images/Ritzau Scanpix