Verði eg vald á ting, fari eg at stríðast fyri lægri skattatrýsti, bæði á persónar og vinnuvirki. Ein (skatta)króna spard er ein króna vunnin.
Tað áhugaverda við skatti er, at ein skattakróna spard hjá vinnuvirkjum gevur meiri virksemi, størri og ríkari búskap og tískil eisini landi og kommunum hægri inntøkur til vælferð.
Tað prógvar eisini okkara egna søga.
Takkað veri okkara lága 18% Pf-skatti fáa Føroya land og kommunur 10 ferðir so nógva skattainntøku frá okkara vinnulívi nú, sum vit fingu, tá Pf-skatturin var næstan 3 ferðir hægri enn í dag, nevniliga 49%.
Skattur er eitt turrisligt kjakevni, eisini upp undir val. Men tá vit tosa um land, kommunur og vinnulív (eisini skatt á okkum einstaklingar, slepst illa undan skattaspurningum.
Havi sjálv sum lítil íverksetari og sjálvstøðugt vinnurekandi í nøkur ár og nú sum valevni hugt leysliga at føroysku skattaskipanini.
Pf-skatturin í Føroyum er nógv lægri og betri nú, hann er bert 18%, enn fyrr, tá hann var heili 49%.
Oman á Pf-skattin skal hin vinnurekandi gjalda 35% skatt av vinningsbýti, um/tá hon/hann tekur sær løn av einum avlopi hjá síni (lítlu) fyritøku.
Mong vinstravend halda, at vinnan, serliga størri virki, átti at verðið skattað harðari.
Men hart skattaðir nýggir, smáir og veikir íverksetarar stríðast í skattligari mótbrekku sum øll onnur, eisini tey við fastari og tryggari løn.
Men jú hægri skattaprosentið er, jú brattari og tyngri verður mótbrekkan. Tí gevast fleiri íverksetarar, um tey yvirhøvur hætta sær í gongd.
Lond við hørðum persónligum sum vinnuligum skattatrýsti hava bæði veikari búskaparvøkstur og minni vælferð.
Føroyski búskapurin hevði fingið gagn av, at Pf-skatturin fór úr verandi 18% niður í 15% ella enntá niður í 10%. Føroyar og føroyingar høvdu fingið fyrimun av nógv størri vælferð.
Smáar fyritøkur og íverksetarar fáa nógv betri umstøður at mennast við lægri Pf-skatti enn høgum.
Atkvøðið borgarligt, sosialt, frælslynt, Fólkaflokkin.
X við lista A
Mona Breckmann Wescott, valevni