Lata upp við Hoyvíksvegin

Leygardagin 28. juni klokkan 10, sum er í morgin, lata fýra fyritøkur upp í stóru handilshølunum við Hoyvíksvegin 63 í Havn. Talan er um málingahandilin hjá Fróða, Myndlist, Rok.fo og Ansni

 

Felags fyri virksemið í nýggju hølunum er leikluturin hjá Fróða Sigvardsen

Í morgin verður opið hús við kaffi, køkum, pylsuvogni og spælilandi, og klokkan 13 fer Jens Marni Hansen at framføra.

 

Handlarnir fara at hava nøkur sera góð tilboð. Myndlist og Hjá Fróða lata -25% av øllum vørum og -10% av øllum listaverkum! 

 

Hjá Fróða við Fróða Sigvardsen á odda hevur í fleiri enn 30 ár selt máling og ymiskt annað. Hjá Fróða er nú partur av ketuni Garant, og sostatt er vøruúrvalið víðkað við stórari gardinu- og gólv/teppideild. 

 

Málingadeildin selur alt frá veggjamáling, træverju, gólvmáling, fasadumáling og gólvlakk, eins og penslar og annað tilhoyr.   

 

Myndlist er ein spennandi handil við gallarí, rammuverkstaði, prentverkstaði og fjølbroyttum úrvali av góðsku listavørum.

 

Tað var við ársbyrjan, at  Fróði Sigvardsen keypti Myndlist. Góðu umstøðurnar í nýggju hølunum saman við teimum royndu starvsfólkunum seta dygd og tænastu í hásæti. 

 

Ansni er eitt trygdarfelag, sum veitir vaktarhald, tøkniligar trygdarloysnir og telefontænastur til nærum øll endamál.

Rok.fo er stórur nethandil við góðum prísum og kendum merkjum. Fólk kunnu velja at heinta vøruna - ella fáa hana koyrda til dyrnar.

Felags fyri virksemið í nýggju hølunum er leikluturin hjá Fróða Sigvardsen. 

Í sambandi við, at húsið letur upp, eru øll hjartaliga vælkomin at síggja nýggju handilshølini. 

 

##med2##

 

##med3##

 

##med4##

 

##med5##

 

##med6##

 

##med7##

 

 

 

Felags fyri virksemið í nýggju hølunum er leikluturin hjá Fróða Sigvardsen