Latið pensjónistarnar hava frið

At taka pensjónistar sum gíslar í einum loysigjaldi fyri ein komandi Suðuroyartunnil hoyrir ongastaðni heima í 2025.

Sum pensjónistar eru vit nakrir ella kanska heilt nógvir, sum kenna okkum sum søluvøra í einum so týdningarmiklum máli sum ætlanin er við einum komandi Suðuroyartunli.

 

Pensjónistar verða brúktir sum kastibløka í einum politiskum býtishandli, har ein av trimum samgonguflokkum hevur sett sær fyri, at hann ikki tekur undir við einum Suðuroyartunli. Í hvussu so er, ikki uttan so, at meirilutin í løgtinginum tekur undir við at ”revsa pensjónistarnar”, sum eru teir, ið  hava skuldina fyri vánaliga haldføri landsins.

 

Tað er nevniliga tað stemplið, vit sum pensjónistar við stórum stavum hava fingið prentað á ryggin: Trælir.

 

 

 

Revsast við lóg

 

Vit eru ættarliðið, ið skírt er landsins syndabukkur.

 

Vit fáa av landsins hægsta røðarapalli nógv rámandi orð fyri, at tað er okkum at takka, at landsins fíggjarlóg ikki hongur saman, og tí skal pensjónsaldurin hækkast til 70 ár.

 

Pensjónistar skulu revsast við lóg.

 

Gerið so væl.

 

Hetta kundi næstan verði myndin av einum amerikanskum morgunsúrum forseta, sum áðrenn hann fer upp  um morgunin, klárur til dagsins ótilrokniliga yrki, kann finna uppá at geva snarboð um.

 

At skíra okkum pensjónistar sum haldførissyndarar landsins ferð eftir ferð frá løgtingsins røðarapalli og í almennum samrøðum við umboð bæði úr Landsbankanum og Búskaparráðnum, er órættvíst.

 

Tað er okkum at takka, at tit eru vaksin upp í einum samfelag, og  í mongum eru komin til skorin klæðir og hava fingið ta útbúgving, sum tit í dag kunnu liva av.

 

Nú skulu vit eldru revsast, tí vit liva ov leingi og eru skýrd at kosta ov nógv í ”viðlíkahaldi”, upptaka sjúkrahússengurnar óneyðugt, samstundis sum komandi ættarliðið ikki megnar uppgávuna at taka sær av okkum, tí tey gerast ov fá í tali, o.s.fr.

 

 

 

Løgtingslimir friðaðir

 

Veit ikki, hvønn statistikk, almennir stovnar nýta at meta seg eftir. Í seinastuni ljóðar, at teir stovnar, ið taka sær av okkara yngsta ættarliðið, tá tað snýr seg um barnagarðar og skúlar, ikki eru førir fyri at taka sær av børnunum, ikki vegna arbeiðstrot, men tí stovnarnir eru ov fáir og undirvísingarstovurnar ov smáar til flokstalið, men ov stórar til so nógv børn hjá einsamallum lærara at hava ábyrgd av í einum flokki.

 

Her er okkurt, sum tal-serfrøðingarnir ikki rættiliga hava stýr uppá.

 

Sum pensjónistar eru vit stemplað sum ættarliðið, ið hevur skuldina av øllum, sum dagsins samfelag ikki megnar.

 

Vælsignað eigi veri tykkum, politikarar, ið skulu avgera lagnu okkara og komandi pensjónsaldur undir 3. viðgerð í løgtinginum 19. mai 2025: Latið pensjónistarnar hava frið.

 

Sjálvir eru tit sum løgtingslimir valdir av okkum og nú friðaðir í klassa A og koma sum so, sambært tykkum sjálvum, ikki undir komandi galdandi lóg um 70 ára pensjónsaldur. So er bara hjá tykkum at klappa í hendurnar 19. mai 2025.

 

Stuttligt hjá tykkum.

 

Man plagar at taka til, at ”denne lov gælder ikke for Færøerne”. Í hesum føri kunnu vit við syrgnum hjarta flyta orðini omanfyri til ”at denne lov gælder ikke for lagtingsmedlemmer”.

 

 

 

Atkvøðurættindi í vanda

 

Tað næsta løgtingsuppskotið aftaná hetta, verður kanska, at allir pensjónistar ongan atkvøðurætt skulu hava til løgtingsval, tí vit eru eitt haft um beinini á løgtingslimum, hóast tað eru vit, sum hava valt tykkum.

 

At gera komandi pensjónistar til gíslar í loysigjaldi fyri ein komandi Suðuroyartunnil hoyrir ongastaðni heima í 2025.

 

Ikki eitt einasta fakfelag ella vit í Landsfelag Pensjónista, sum hava verið til hoyringar í m.a. Trivnaðarnevnd Løgtingsins í vetur, hava tikið undir við uppskotinum um at hækka pensjónsaldurin til 70 ár.

 

Latið okkum varðveita verandi skipan og latið okkum sjálvi gera av, hvussu leingi hvør einstakur okkara orkar ella hevur hug at arbeiða.

 

Tað er eitt av okkara stóru ynskjum.

 

 

 

4. mai 2025

 

 

 

Beate L. Samuelsen, forkvinna

 

Landsfelag Pensjónista