Talan er um afturvendandi summarskeið, ið kallast Nordkurs, og sum samstarvandi universitet í Norðurlondum skipa fyri. Skeiðið varir neyvt 3½ viku og endar við próvtøku.
Fróðskapasetri skrivar, at endamálið við Nordkurs er at geva mál- og bókmentalesandi í Norðurlondum møguleika fyri at vitja universitet og lesa mál í grannalondunum. Fleiri enn 300 lesandi luttaka hvørt ár. Á skeiðinum er vanligt at fara útferðir og vitja søvn. Á myndini síggjast tey 18 nordkurs-lesandi við Gjógv.
Iben Nyholm Debess umboðar Fróðskaparsetrið í Nordkurs. Uni Johannesen og Lena Reinert hava undirvíst. Onnur starvsfólk á Føroyamálsdeildini halda fyrilestrar og hava framløgur. Nordkurs verður fíggjað av Norðurlendska Ráðharraráðnum.
Lesið meira um Nordkurs her