Liðið hjá Súnu mátti lúta fyri liðnum hjá Pernille

Keypmannahavn vann á Skanderborg

Í kvøld var aftur uppgerð millum tveir føroyskar landsliðsleikarar í bestu donsku kvinnudeildini í hondbólti. 

 


Í Fælledhallen í Skanderborg tóku Súna K. Hansen og liðfelagarnir í Skanderborg móti Pernille Brandenborg og liðfeløgunum í Keypmannahavn.

 

Keypmannahavn vann dystin 35-33. Í steðginum var heimaliðið á odda 16-14.

 

Súna skoraði trý mál og legði upp til eitt mál. Pernille skoraði tvey mál og vann liðnum eitt brotskast.

 

Keypmannahavn hevur fýra stig aftaná tvey umfør. Skanderborg hevur enn fyrsta stigið til góðar hetta kappingarárið.