Liðið hjá Vilhelmi heldur fast í triðja plássinum

Hannover-Burgdorf er trý stig frá oddasessinum

Liðið hjá Vilhelmi Poulsen, Hannover-Burgdorf spældi í kvøld dyst á heimavølli í týsku bundesliguni móti Lemgo.

 

Frammanfyri 9.900 áskoðarum í ZAG Arena høllini í Hannover vann heimaliðið ein tepran 30-29 sigur á Lemgo. Í steðginum var Lemgo á odda 14-13. Vilhelm var ikki millum málskjúttarnar hesaferð.

 

Hannover er triðfremst í deildini við 41 stigum. Liðið hjá Hákuni West av Teigum, Füchse Berlin er fremst við 44 stigum. Melsungen hevur 42 stig á øðrum plássinum.

 

Teimum á baki koma liðið hjá Eliasi Ellefsen á Skipagøtu, THW Kiel við 38 stigum, Magdeburg við 37 stigum og liðið hjá Jóhan á Plógv Hansen, Flensburg-Handewitt við 36 stigum. 

 

Í annaðkvøld klokkan 19 tekur Flensburg móti Stuttgart í Flens Arena høllini.