Tvey føroyingalið vóru í leiki í týsku bundesliguni í hondbólti í dag.
Füchse Berlin er aftaná greiðan 21-30 sigur á Bietigheim í Max Schmelling høllini fremst í bundesliguni við 46 stigum. Melsungen hevur eisini 46 stig, men berlinarnir hava betri málmun. Heimaliðið var frammanfyri 22-18 í steðginum.
Í dag valdi venjarin hjá Füchse Berlin at brúka italska Leo Prantner á høgra veingi í dag. Hákun hevur tó fingið nógva spælitíð í seinastuni.
Elias Ellefsen á Skipagøtu og liðfelagarnir í THW Kiel vunnu í dag á útivølli 35-32 á Stuttgart. Í steðginum var Kiel frammanfyri 23-19.
Elias skoraði upp á tríggjar av sjey málroyndum, og hann legði eisini upp til tvey mál (assist).
Kiel er nummar fimm í deildini við 40 stigum. Teir hava sama stigatal sum liðið hjá Jóhan á Plógv Hansen, Flensburg-Handewitt. Liðið hjá Vilhelmi Poulsen, Hannover-Burgdorf er triðfremst við 43 stigum.
Verandi meistararnir, Magdeburg eru á 39 stigum. Men teir hava spælt tríggjar dystir færri enn hini toppliðini.