Nakin lík skola upp á land í Valensia

Í minsta lagi 213 fólk eru staðfest deyð, men framvegis eru heili 1900 fólk saknað í spanska Valensia-landslutinum

 

Tað var ein rættilig náttúruvanlukka, sum í síðstu viku rakti spanska Valensia-landslutin við illveðri og oysandi regni, og aftur í gjár sendu myndugleikarnir út nýggjar ávaringar um regn - tó ikki í so stórum nøgdum, sum tá veðrið var av tí herviligasta.

 

Higartil eru 213 fólk staðfest deyð í stóra vatnfloyminum, men framvegis eru heili 1900 fólk saknað. Spanska tíðindarásin ABC veit at siga, at fleiri lík eru funnin við strendurnar nakrar kilometrar sunnan fyri býin, Valensia.

 

- Tað er trupult at finna út av, hvørji líkini eru, tí flestu eru í ongum klæðum og uttan samleikaprógv. Trýstið í ógvusliga floyminum hevur verið so stórt, at klæðini eru drigin av fólki, sigur talsfólk fyri bjargingarliðini við tíðindarásina.

 

Síðan lík byrjaðu at reka upp á land einar 30 kilometrar sunnfyri býin, Valensia, er leitingarøkið víðkað, og nú verður eisini leitað við tyrlum, dronum og líkhundum. Flestu líkini eru skolað upp á strendurar út fyri býunum, Sueca, El Saler og Pinedo.

 

Serfrøðingar halda, at flestu, sum hava latið lív í ógvusliga vatnfloyminum, endaðu í áunum, Turia og Júcar, sum renna út í Miðjarðarhavið nærindis býnum, Valensia.

 

##med2##

 

 

 

Fylgisveinamyndir - fyri og eftir ógvusliga vatnfloymin. Myndin er av býnum, Sueca í Valensia-landslutinum