Liljan slapp ikki á samgongufund í gjár

Tað leikaði hart á í samgonguflokkunum í gjár, tá málinum um at hækka pensjónsaldurin og Suðuroyartunnilin vóru á skrá

Høvdu tingfólk havt skundað sær eitt sindur meira á tingfundunum 30. apríl, so vóru bæði málið um at hækka pensjónsaldurin og málið um Suðuroyartunnilin samtykt í Løgtinginum 2. mai.

Men av tí at orðaskiftini gjørdust so drúgv, so gjørdist klokkan ov nógv, at tað eydnaðist ikki at fáa málinin avgreidd fyri midnátt 30. apríl og so kundu tey heldur ikki koma til 3. viðgerð 2. mai. Tað skulu ganga tveir dagar, ásetur tingskipanin.

Síðani fóru løgtingsfólk at ferðast við ymsum nevndum og høvdu ikki stundir til tingfund fyrr enn í gjár. Og tá so long tíð gongur, og støðan er spent, so broytist okkurt. Tað vita vit av royndum.

Í gjár hendi so tað í Tjóðveldi, at Sirið Stenberg ikki vildi hava Liljuna Weihe við at samgongufund. Tað sigst, at orsøkin varð, at Liljan Weihe ikki var samd við Tjóðveldi og samgonguni um Suðuroyartunnilin.

Vit hava ringt til Sirið Stenberg at spyrja hana, hví Liljan Weihe ikki slapp á samgongufund, tí tað er sera sjáldsamt, at slíkt hendir. Vit kenna í skrivandi stund einki fordømi um tað. Men Sirið Stenberg tekur ikki telefonina.

Liljan Weihe vil einki siga um málið – hon hevur onga viðmerking. Men in.fo veit, at hon ikki fekk boð um samgongufundin, og at hon gjørdist ovfarin, tá samgongufelgara søgdu henni, at teir júst høvdu verið á samgongufundi.