Listaframsýning við Rannvu Kunoy í Steinprenti

Mánadagin 23. juni letur ein nýggj framsýning við Rannvá Kunoy upp í Steinprenti í Havn.

Fernisering verður á degnum frá kl. 16 til 18, og framsýningin er opin í fýra vikur.

 

 

 

– Øll eru hjartaliga vælkomin, siga tey úr Steinprenti í tíðindaskrivi.

 

 

 

Tað eru 15 ár síðani, at Rannvá seinast hevði eina einstaklingaframsýning í Føroyum. Hon hevur sýnt fram í USA, Spania, Suðurkorea og í London seinastu árini, og í 2024 gav forlagið Phletora út eina heilt serliga listabók við verkum hennara.

 

 

 

Í sermerktu málningalistini broytast ljósið, litirnir og sjálvur málningurin, alt eftir vinklinum, tú hyggur frá. Rannvá málar ikki ljós inn í myndirnar – málningarnir eru sjálvir ljósið. Ljósið er eitt kjarnuevni í hennara list, og ein dýpd ið má upplivast, heldur enn lýsast við orðum.