Litterert »diplomati« um Grønland

Sum nógvum kunnugt hava vit eina heilt serliga diplomatiska greipu sitandi í London.

Tað er ein útlendsk sendifrúgv og hennara febriskt bókaproducerandi smáføroyski jarðamøðramaður.

Tað diplomatiska appendixið hjá sendifrúnni hevur í meira enn fjøruti ár øvað seg at skriva bæði bøkur og frístílar, men enn hevur tað ikki lukkast tí at fáa rættiliga nógvar lesarar.

Bókasmiðurin er ekstremt beskeðin og kallar seg bara fyri eitt ó-skald. 

Tað má allarhelst vera eitt talentleyst IKKI-skald.

Men hóast ó-skaldið býr gratis i býlinum hjá sendifrúnni, sum má ansa væl eftir hvørjum øvugtum orði, sum sleppur út úr sendibýlinum, so bæði skrivar og goyr skaldið sínar heilt ósøguligu og perfidu politisku meiningar ódiplomatiskt út um ein stóran part av Norður-Europa.

Síðst er vánaskaldið fara at skeikla søguna um Grønland og Danmark við týðuligari amerikanskari slagsíðu.

HETTA átti langt síðani at fingið Uttastovu at sent snarboð eftir sendifrúnni til alvorliga diplomatiska konsultatión í Havn.

Sendikonan verður noydd til at geva ó-skaldinum diplomatiska fleingju, kjaftband ella politiskt skriviforboð, so leingi sum sendihjúnini eru á fíggjarlógini.

Óskaldið kann sjálvandi framvegis sleppa at YRKJA og øva seg við sinum infantilu rímum, bara tað lærir at seta sínar stóru pleyrar varliga, høviskt og diplomatiskt, so leingi tað situr, svevur og etur fyri almenna húsaleigu í London..