Klokkan 15 byrjar fjórðingsfinalan í kappingini um løgmanssteypið millum KÍ og B36 við Djúpumýru í Klaksvík.
16. mars vann KÍ ein greiðan 3-1 sigur á B36 í Gundadali í dysti í landskappingini, og er KÍ í dag rættiliga greiður favorittur hjá altjóða veddingarfyritøkum, ið lata odds upp á dystin.
(Oddsini eru galdandi fyri vanliga leiktíð)
Oddsini upp á heimasigur til KÍ liggja millum 1,44 og 1,62.
Oddsini upp á javnleik liggja millum 4,10 og 4,50.
Oddsini upp á útisigur til B36 liggja millum 4,51 og 5,50.