– Vit seldu allar kabinurnar upp á 44 minuttir.
Tað sigur Henny á Líknagøtu, marknaðarleiðari á Smyril Line.
Tey siga, at talið er millum 900 og 1.000 fólk.
– Um onkur hevur eina koyggju í kabinuni, so kunnu tey taka onkran við, sum tey eru góð við, sigur Henny á Líknagøtu.
Tó skulu tey sjálvandi rinda Smyril Line fyri ferðaseðilin, men tað ber til at fáa fleiri fólk við upp á hendan mátan, so leiðis at allar kabinur verða seldar, sigur marknaðarleiðarin á Smyril Line. Ein slíkur ferðaseðil fyri ein persón kostar 2.700 krónur, sigur Henny á Líknagøtu.
Meðan Norrøna liggur í Oslo hava matstovur og barrir opið sum vant. Tollfría sølubúðin er opin, meðan siglt verður. Norrøna fer at liggja við bryggju á Vippetangen mitt í hjartanum ánorska høvuðsstaðnum.
– Við á ferðini hava vit nakrar av Føroya bestu tónleikarum, sum syrgja fyri góðum stemningi og sangi umborð, skrivar Smyril Line.
Norrøna fer úr Havn 14. januar klokkan 10 og kemur til Oslo 16. januar klokkan átta á morgni. Fráferðin verður úr Oslo 20. januar á midnátt, og verður skipið aftur í Havn 22. januar klokkan 21.