493 persónar hava skrivað undir pappírslistarnar og 1258 á talgildu innsavningina.
– Tilsamans 1751 persónar hava skrivað undir, og til samanberingar er hetta væl meiri enn nakar politikari fekk av stemmum til seinasta kommunuval, skrivar Urd Johannesen úr Facebookbókinum 'Varðveit fríðøkið við Sandá'.
– Stóra takk til øll tykkum, ið hava lagt navn til og stuðlað varðveitsluni av fríøkinum, skrivar hon.
Í morgin, hósdagin 22. mai, verður byggiloyvið aftur á skrá á býráðsfundinum kl. 16.00.
– Vit heita á tykkum um at møta fjølment upp til fundin, skrivar Urd Johannesen í Facebook-bólkinum.