Løgmanssteypið: Oddsini eru næstan jøvn millum Víking og NSÍ

Her eru oddsini upp á dystin millum Víking og NSÍ

Ein prestisjufull grannauppgerð er millum dystirnar í fyrsta umfarinum í kappingini um løgmanssteypið.

 

Klokkan 18.30 í kvøld tekur Víking móti NSÍ í Sarpugerði í Norðagøtu. 16. mars vann NSÍ á sama vølli 3-0 á Víkingi í dysti í Betrideildini.

 

Hóast NSÍ hevur fult stigatal, 12 stig, og Víkingur bert hevur tvey stig í landskappingini, so eru oddsini hjá altjóða veddingarfyritøkum næstan jøvn.

 

Oddsini upp á heimasigur til Víking liggja millum 2,10 og 2,46.

 

Oddsini upp á javnleik liggja millum 3,60 og 3,81.

 

Oddsini upp á útisigur til NSÍ liggja millum 2,45 og 2,80. 

 

Oddsini eru galdandi fyri vanliga leiktíð.

 

HER eru oddsini:

 

##med2##

 

##med3##