Um løgtingsnevndirnar ikki verða lidnar við álitini í dag og lata Løgtinginum tey, so kunnu tey ikki viðgerast, áðrenn Løgtingið fer heim fríggjadagin.
Tað skulu ganga tveir dagar, frá tí at álitið er latið Løgtinginum, til tað kann viðgerast. Tað vil siga, at um hesi 13 álitini verða latin Løgtinginum í dag, so kunnu tey viðgerast við 2. viðger mikudagin og við 3. viðgerð fríggjadagin, tá løgtingssetan endar og Løgtingið fer heim í summarfrí.
Mál, sum ikki koma aftur í nevnd, tey fella burtur, tá tingsetan endar.
Bjørt Samuelsen segði við útvarpið fyrr í dag, at hon væntar, at øll hesi 13 álitini verða latin Løgtinginum í dag.
Stóru mállini er málið um Suðuroyartunnilin, sum hongur saman við málinum um at hækka pensjónsaldurin. Tí Framsókn hevur sett sum krav fyri Suðuroyartunlinum, at pensjónsaldurin verður hækkaður til 70 ár.
Triðja stóra málið er málið um sjófeingislógina.
Um so er, at álitini ikki eru komin í tingið, tá tingfundurin endar, so niðurleggur løgtingsforkvinnan fundin og tekur hann uppaftur, tá álitini eru komin.