Lógarheimild at selja grundstykki undir kostprís

Tingkvinna vil vita, um landsstýrismaðurin er sinnaður at veita kommunum lógarheimild til at selja grundstykkir fyri marknaðarprís, sum er lægri enn kostprísur

Tað er Hervør Pálsdóttir, sum hevur sett Bjarna Kárason Petersen, landsstýrismanni, ein grein 52a fyrispurning um málið. Ítøkiliga er spurningurin soljóðandi:

1. Er landsstýrismaðurin sinnaður at veita kommunum lógarheimild til at selja kommunal grundstykkir fyri marknaðarprís, hóast hann er lægri enn ein møguligur kostprísur?

Í viðmerkingum til fyrispurningin vísir Hervør Pálsdóttir á, at tøk grundstykkir fyri ein rímiligan kostnað eru grundarlagið, um bústaðir skulu byggjast.

– Í 2017 boðaði kommunala eftirlitið frá, at tað ikki er fíggjarliga skynsamt fyri eina kommunu at selja grundstykkir fyri kostprís, um kostprísurin er lægri enn marknaðarprísurin. Tað vil siga, at nýgjørd grundstykkir í einum øki eru javnsett við onnur stykkir í sama øki, sigur hon.

Hervør Pálsdóttir vísir á, at seint í fjør kom ein niðurstøða frá kommunala eftirlitinum um, at kommunufulltrúin ikki heimilar, at kommunur kunnu selja nýggj grundstykkir við halli, tí hetta ikki er fíggjarliga skynsamt fyri kommunurnar sjálvar.

– Henda støðan hevur við sær, at flestu kommunalu grundstykkir uttan fyri miðstaðirnar fáa ein kostnað, sum er munandi hægri enn í dag, og tí eggjar enn meira til, at fólk skulu flyta inn ímóti miðstøðunum, sigur hon.

– Til dømis dylja peningastovnarnir ikki fyri, at endaliga marknaðarvirðið av einari grund og einum bústaði hevur týdning fyri, hvussu hugurin er at veita fígging. Tað er greitt, at ein bústaður í miðstaði hevur hægri marknaðarvirði enn ein bústaður uttanfyri, sigur hon.

– Helst ber til at argumentera fyri, at ein útstykking, sum verður til bústaðir, fær eitt fíggjarligt virði fyri eina kommunu sum frá líður, óansæð um sjálv útstykkingin verður seld fyri undir kostprís. Men um verandi tulking stendur við, so er ein ítøkilig lógarheimild at selja fyri marknaðarprís, hóast hesin er lægri enn kostprísur, ein møguleiki, um vilji er til tað, sigur Hervør Pálsdóttir, sum tí setir landsstýrismanninum spurningin.