Macron kallar uppskotið hjá Putin um samráðingar eitt fyrsta stig

Putin roynir at keypa sær meira tíð, sigur franski Macron um russiskt uppskot um nýggjar samráðingar við Ukraina.

Ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskij, saman við franska starvsbróður sínum, Emmanuel Macron, sum í gjár vitjaði í Ukraina. - Mynd: Útbýti/Ritzau Scanpix

Uppskotið hjá Vladimir Putin um beinleiðis samráðingar millum Russland og Ukraina er eitt "fyrsta stig". Men tað er ikki nóg mikið.

Tað eru boðini frá Emmanuel Macron, forseta í Fraklandi, sambært AFP.

Saman við einum hópi av vesturlendskum londum í sokallaðu samgonguni hjá teimum sjálvbodnu - harímillum Fraklandi - legði Ukraina um vikuskiftið upp til eina 30 daga vápnahvíld.

Hesum hevur russiski forsetin ikki tikið undir við.

Í staðin segði hann í nátt, at hann vil hava beinleiðis samráðingar við Ukraina. Hann legði afturat, at hann ikki vildi útiloka møguleikan fyri, at semja kundi verða um vápnahvíld undir teimum samráðingunum.

Macron heldur, at Putin roynir at steðga á fyri tíð. Hann "leitar eftir einum útvegi, men vil framvegis keypa sær tíð", segði franski forsetin í morgun, tá hann kom á tokstøðina í pólska býnum Przemysl.

Leygardagin vitjaði Macron høvuðsstaðin í Ukraina, Kyiv, saman við leiðarum úr Týsklandi, Póllandi og Bretlandi.

Amerikanski forsetin, Donald Trump, tosaði eisini um kríggið í Ukraina í dag.

Á sosiala miðli sínum, Truth Social, skrivar hann, at hetta er "potentielt ein stórur dagur fyri Russland og Ukraina."

Hann nevnir ikki uppskotið hjá Putin, men skrivar, at nógv mannalív verða bjargað, um "blóðbaðið" endar.

- Tað verður ein heilt nýggjur og nógv betri heimur. Eg fari framhaldandi at arbeiða saman við báðum pørtum fyri at tryggja, at tað hendir.

- USA vil heldur leggja dent á umbygging og handil. Ein stór vika er á veg, skrivar Trump.

Serliga hevur Putin lagt upp til, at Russland og Ukraina hittast til beinleiðis samráðingar í turkiska býnum Istanbul, og fyrsti fundurin verður 15. mai.

Leygarkvøldið okkara tíð fór ein tríggjar daga vápnahvíld, sum Russland hevði lýst, úr gildi. Ukraina hevði ikki samtykt vápnahvíldina, sum sambært forsetanum í landinum, Volodymyr Zelensky, var ein "roynd at manipulera".

Londini bæði hava ákært hvørt annað fyri álop seinastu dagarnar.

 

/Ritzau/

 

Ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskij, saman við franska starvsbróður sínum, Emmanuel Macron, sum í gjár vitjaði í Ukraina. - Mynd: Útbýti/Ritzau Scanpix