Koyrdi fullur og gloymdi at snara

Ein bilførari sløkti ljóskurvar í Havn í nátt, tá hann gloymdi at snara og endaði í einum túni

Nakað fyri midnátt hendi eitt ferðsluóhappa í miðbýnum Havn. Ein bilførari í einum bili, sum kom koyrandi niðan eftir Bøkjarabrekku, gloymd at snara og helt leiðina fram inn í eitt tún eystan fyri vegin, har hann rendi á ein parkeraðan bil, sum hann trýsrti á ein steyra við ljóskurvum og eitt elskáp, sum brotnaði og sum elvdi til, at ljóskurvarnar slókna.

 

Vaktleiðarin á politistøðini sigur, at bilførarin var fullur og varð handtikin og skuldsettur fyri rúsdrekkakoyring.

 

Løgreglan sendi eisini eina eyka patrulju á staðið at dirigera ferðsluni.

 

##med2##

 

##med3##

 

##med4##