Fann illgrunasaman lut í urtagarðinum

Ein borgari í Havn boðaði í gjár løgregluni frá, at hann hevði grivið seg fram á ein illgrunasaman lut í urtagarðinum

Tá ein maður í Havn í gjár gróv í urtagarðinum hjá sær, kom hann frá á eitt runt hylki úr jarni, sum helt vera so mikið illgrunasamt, at hann ringdi eftir løgregluni, sum kom á staðið. Men tey kundu heldur ikki staðfest, hvat talan var um, ella um talan var um ein vandamiklan lut.

Talan er um eitt runt hylki, sum kundi mynt um eitt cigarhylki, bara nógv størri, og í endanum síggjast nakrir leidningar.

– Í slíkum førum, so senda vit boð eftir Arktiskt Kommando, sum hevur serfrøðingar á økinum, um talan skuldi verið um ein lut, sum hevur okkurt við spreingievni at gera. Vit hava tikið myndir av lutinum og sent teimum. Í morgun fara tey so at hyggja nærri upp á lutin, sigur vaktleiðarin á politistøðini.

Av øðrum uppgávum hjá løgregluni í gjár nevnir vaktleiðarin, at aftur í gjár vóru tey eftir einum afturvendandi borgari, sum er til ampa á einum ávísum kontóri í Havn. Har var varpaður út haðani. Og so vóru tað tveir smádreingir, sum høvdu kynt eitt bál uttan fyri SMS, sum ein granni tó fekk sløkt.