Vilja hava føroyingar at selja sín Tesla

Onkur dulnevndur roynir at fáa Tesla-eigarar í Føroyum at selja sín Tesla fyri at leggja trýst á Trump

Herferðin ímóti Elon Musk og Donald Trump er eisini komin til Føroya. Í gjár gekk onkur runt í miðbýnum í Havn legði eina lepa undir viskaran á Tesla-bilum.

Á lepanum við yvirskriftini »Kæri Tesla-eigari« verður heitt á Tesla-eigarar um at selja bilin fyri á tann hátt at leggja trýst á Elon Musk, heimsins ríkasti maður, sum er trúgvur stuðul hjá Donald Trump, forseta í USA.

Brævið byrjar soleiðis:

Ert tú troyttur av Elon Musk – men visti ikki, hvat tú skalt gera?

Tú hevur allarhelst keypt tín Tesla, áðrenn tú visti av, at Elon Musk var ein høgra-ekstremistur. Og túert heilt sikkurt troyttur av at vera knýttur saman við hann og at stuðla honum við at halda bilin koyrandi. Tey góðu tíðindini eru to´at tú, sum ein Tesla-eigari, er í einari serstakari søgu, hvar tú kanst raka Musk, har tað kann svíða mest. Tú kanst:

 

  • Selja tín Tesla ella siga upp leigusáttmálan við Tesla
  • Selja møgulig Tesla-partabrøv

 

Eingin avsendari stendur undir brævinum, sum tykist verða týtt til føroyskt, tí nevndur verður møguleiki at leiga ein bil frá Tesla. Tað ber valla til í Føroyum, tí Føroyar eru enn ikki góðkendar sum »Tesla-land«. Tesla selur ikki bilar í Føroyum. Vilt tú hava ein Tesla í Føroyum, mást tú keypa hann uttanlands og innflyta hann til Føroyar. Tú hevur heldur ikki møguleika at fara til eftirlit og annað í Føroyum av somu orsøk.

Og tá sipað verður til grønu samvitskuna og víst verður til París-sáttmálan, so kann tað tykjast løgið, at tú fært eitt bræv í plastiskki undir viskaran – sum ikki er serliga »grønt«.

Men allir Tesla-eigarar hava møguleika finna út av, hvør tað er, sum leggur lepar á bilarnar, tí allir Tesla-bilar eru vælútgjørdi við vakmyndatólum. Teir hava minst 16 slík ymsa staðni á bilnum, og við at tendra »Sentry cam«, so tekur bilurin upp á video av sær sjálvum, tá onkur nærkast bilinum so nær, sum at leggja ein lepa undir viskaran.

 

##med2##