Trump sigur handilsavtalu við Bretland vera gjøgnumbrot

Avtalan fer at fevna um eina røð av útflutningsvørum, eitt nú oksakjøt. Nærri verður ásett komandi vikurnar.

Trump fer í dag at koma við eini almennari fráboðan um handilsavtaluna í Oval Office. - Mynd: Leah Millis

USA og Bretland hava gjørt eina avtalu um eina handilsavtalu, sum er eitt "gjøgnumbrot".

Tað segði amerikanski forsetin, Donald Trump, í Oval Office í dag, meðan hann hevur bretska forsætisráðharran, Keir Starmer, í telefonini.

Sambært Trump fer avtalan at fevna um nógvan amerikanskan útflutning, eitt nú oksakjøt, ethanol og eina røð av landbúnaðarvørum.

Komandi vikurnar verður arbeitt við at áseta nærri smálutirnar í avtaluni, sum er tann fyrsta, síðani Trump byrjaði sítt tollstríð við fleiri lond lond kring allan heimin.

/Ritzau/

 

 

 

Trump fer í dag at koma við eini almennari fráboðan um handilsavtaluna í Oval Office. - Mynd: Leah Millis